Innanlands

Fleiri bátar brúk fyri hjálp í gjár

Tríggjar ferðir í gjár fekk MRCC-støðin boð um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp

Rescue Vón (Savnsmynd)

Rescue Vón (Savnsmynd)

2023-04-03 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk MRCC boð frá trimum bátum um, at teir høvdu brúk fyri hjálp.

Fyrsta fráboðanin kom tíðliga um morgunin. Talan var um ein bát, sum var uppsteðgaður norður úr Eiðiskolli, og ynskti hann at fáa sleip til lands. Rescue Vón sleipaði hann til Eiðis.

Seinnapartin komu tvær fráboðanir. Tann fyrsta kom frá einum báti, sum var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði, og varð báturin hjá Brimli, Nósi sendur at sleipa hann til Havnar.

Seinasta fráboðanin kom úr Norðhavinum frá einum báti, sum hevði trupulleikar við róðrinum, men seinni varð hjálparveitingin tó avlýst, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder