Innanlands

Fiskikappingin hjá Draganum verður leygardagin

Streymurin er góður, og roknað verður við góðum fiskilíkindum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-24 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður leygardagin.

Streymurin verður góður, og sambært veðurforsøgnini verður 3 til 8 metrar um sekundið av ymsum ættum, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Í ár veiðan løgd upp við NFCS.

Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski. 

Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir lættnir:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: Dragin KG 212)

Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fær ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Garpar)

Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Draganum. 

placeholder
placeholder