Uttanlands

Finnland verður Nato-limur í morgin

Tað verður ein góður dagur fyri Nato og fyri trygdina hjá Nato-londunum, sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á tíðindafundi (Mynd: EPA)

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á tíðindafundi (Mynd: EPA)

2023-04-03 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin fer verjusamgongan Nato frá at hava 30 limalond til 31 limalond. Tá gerst Finnland nevniliga formliga limur.

Tað boðaði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, frá á tíðindafundi í høvuðssætinum í Brússel í dag.

Ongantíð fyrr í søguni hjá Nato hevur tað gingið so skjótt hjá einum landi at gerast limur. Innlimanin hjá Finnlandi verður hátíðarhildin við, at finska flaggið verður vundið á stong í høvuðssætinum hjá Nato seinnapartin í morgin.

– Vit fara at vinda finska flaggið á stong fyri fyrstu ferð her í Nato-høvuðssætinum. Tað verður ein góður dagur fyri Nato og fyri trygdina hjá Nato-londunum, sigur hann.

Tað einasta, sum nú manglar, áðrenn Finnland kann gerast limur, er, at Turkaland og Finnland lata inn skjølini um góðkenningina av limaskapinum. Sambært Stoltenberg er eingin ivi um, at Turkaland fer at fáa tað síðsta uppá pláss í morgin.

Finnland søkti saman við Svøríki um Nato-limaskap á vári í fjør, men enn hava Ungarn og Turkaland ikki góðkent svenska Nato-limaskapin. Men Stoltenberg er sannførdur um, at tað fer at henda í sambandi við Nato-toppfundin í Vilnius í juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder