Uttanlands

Finnland eigur at gerast limur í Nato

Stjórnarleiðarin og forsetin mæla nú til at søkja um limaskap. Umsóknin skal fyrst góðkennast í finska tjóðartinginum

Sanna Marin og Sauli Niinistö (Mynd: YLE)

Sanna Marin og Sauli Niinistö (Mynd: YLE)

2022-05-12 10:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finnland eigur at gerast limur í Nato. Tað halda bæði finski forsetin, Sauli Niinistö og forsætisráðkvinnan, Sanna Marin.

Fyrrapartin í dag hava tey mælt til, at finnar søkja um limaskap í norðuratlantisku verjusamgonguni.

- Nato-limaskapur fer at styrkja trygdina í Finnlandi. Sum Nato-limur fer Finnland eisini at styrkja verjusamgonguna. Finnland verður uttan drál noytt til at søkja um limaskap, verður sagt í felags fráboðan.

Finnland hevur annars staðið uttan fyri Nato-samgonguna, ið varð stovnað í 1949. Men russiska innrásin í grannalandið Ukraina, sum heldur ikki er partur av samgonguni, hevur fingið finskar politikarar til at broyta kós, skrivar dr.dk.

Undirtøkan millum fólkið fyri Nato-limaskapi er eisini vaksin, síðan russisku innrásina. Nú er meira enn helmingurin av finska fólkinum fyri Nato-limaskapi.

Finska tjóðartingið skal fyrst góðtaka eina møguliga umsókn um limaskap, áðrenn umsóknin kann sendast avstað. Harumframt skulu tey núverandi 30 limalondini í Nato, vera samd um hetta.

Umframt Finnland umhugsar Svøríki nú eisini, um landið skal søkja um limaskap í verjusamgonguni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder