Innanlands

Fimm tilburðir afturat

Tilsamans sjey tilburðir vóru staðfestir leygardagin og fyribils fýra sunnudagin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-08-11 09:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allar kanningarnar frá leygardegnum eru nú liðugt greinaðar, og greitt er at sjey tilburðir vóru staðfestir úr teimum 3462 kanningunum, sum vóru gjørdar hendan dagin.

Sunnudagin vórðu 2269 kanningar gjørdar, og hóast allar kanningar ikki eru liðugt greinaðar enn, hevur Landslæknin staðfest fýra nýggir tilburðir hendan dagin. Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum frá 482 royndum, og tí er endaliga úrslitið fyri sunnudagin 9.august ikki klárt enn. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk. 

Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er ein tilburður longu staðfestur. Fleiri enn 1000 kanningar vórðu gjørdar, og flest teirra mangla enn at verða greinaðar. 

Øll tey, sum hava fingið staðfest smittuna, eru uppringd av Landslæknanum. 

Fleiri enn 60.000 kanningar eru nú gjørdar tilsamans, og 93 fólk í Føroyum hava smittuna. Eingin av teimum er innlagdur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder