Innanlands

Fimm starvsdagar í Heilsutænastuni hjá Tórshavnar kommunu

Millum annað fekk Suzanne Hultgren, ið hevur starvast 35 ár í heimatænastuni, viðurkenning. Petra Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur, hevur havt 25-ára starvsdag, og tríggjar eru komnar framvið sínum tíggju-ára starvsdegi

2022-12-01 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var lítið hátíðarhald í Heilsuhúsinum, har fimm ymiskir starvsdagar vórðu hildnir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at hann ikki kundi nevna nóg ofta, at tað er onki, sum frøir hann meira enn trúføst starvsfólk. Starvsfólk, sum arbeiða leingi í sama stað, starvsfólk, sum vita alt og sum duga alt.

- Fleiri av tykkum hava 10 ára starvsdag. So kann ein spyrja, um 10 ár er ein long starvstíð í sama stað? Jú, tað er tað, tí kappingin um góð starvsfólk er sera hørð og tilboðini í dag eru mong, og fólk flyta regluliga úr starvi í annað starv. Og 10 ár í hørðum umsorganararbeiði kann tykjast væl longri enn 10 ár á eini skrivstovu

Joan Skorheim, sjúkrarøktarfrøðingurin, Gunna við Neyst, heimahjálp, og Susan Larsen, heimahjálp hava allar havt tíggju ára starvsdag í Heilsutænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Petra Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur, og Suzanne Hultgren, heimahjálp, hava havt ávíkavist 25- og 35-ára starvsdag.

[object Object]

[object Object]


Um Suzanne, ið nú fer á pensjón, segði Heðin Mortensen millum annað soleiðis: 

- Suzanne hevur verið álitisumboð í fleiri ár og hon hevur verið vegleiðari hjá næmingunum, sum koma í praktikk í heimatænastuni í fleiri ár. Hetta arbeið hevur hon gingið uppí við lív so sál. Næmingarnir hava verið sera glað fyri Suzanne sum vegleiðara og hetta arbeiðið hevur hon megnað til fulnar.

- Øll hava verið sera glað fyri Suzannu. Hon er arbeiðssom, álítandi, umsorganarfull og altíð klár at hjálpa. Hon møtir væl upp, hon er altíð glað og hon hoyrist, har hon er, við sínum fryntliga látri, hon hevur eina positivan ávirkan og er ein fyrimynd fyri sínar starvsfelagar. Heimatænastan hevur nógv at takka Susanne fyri, nú hon fer uppá pensjón.

Til ber at lesa meira og síggja fleiri myndir á torshavn.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder