Innanlands

Fimm Nato-skip í Føroyum hesa vikuna

Tvey av skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin. Talan er um ein minuruddarabólk, sigur Uttanríkisráðið

Tvey av Nato-skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey av Nato-skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-20 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hesa vikuna koma fimm herskip úr Noregi, Týsklandi, Belgia og Niðurlondum á Havnina.

Tvey av skipunum eru komin, og hini koma eftir ætlan týsdagin og mikudagin. Talan er um ein minuruddarabólk undir NATO, Standing NATO Maritime Mine Countermeasure Group One. Bólkurin hevur verið í Noregi og er á veg suðuryvir, nú steðgað verður í Føroyum.

Sí eisini: Myndir: Nato-skip á Havnini

Diplomatisk loyvi til slíkar vitjanir eru treytað av, at skipini ikki hava evnafrøðilig, lívfrøðilig, geislavirkin ella kjarnorkuvápn ella lutir til slík vápn umborð.

Vitjanin skuldi eftir upprunaligu ætlanini vera seinni í vikuni, men er vegna veður framskundað og varir helst til mánadagin 27. mars.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur fyrrapartin ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd um hvussu føroyskir myndugleikar viðgera og taka avgerðir í sambandi við umbønir hjá herskipum um at koma í føroyska havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder