Innanlands

Fimm klipp í Norðoyatunlinum

Í Havn varð ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-01-11 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í norðurøkinum, og úrslitið bleiv, at fimm bilførarar vórðu skrivaðir fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum.

Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum bilførarunum varð máld til millum 104 og 111 kilometrar um tíman, og tað fáa teir klipp í koyrikortið fyri, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í Havn steðgaði løgreglan eisini einum bili, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður. Hann bleiv handtikin, blóðroynd varð tikin, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder