Innanlands

Fimm fingu klipp í gjár

Løgreglan var í gjárkvøldið úti og gjørdi ferðamátingar, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra væl skjótari, enn loyvt er

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-13 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í Kaldbaksbotni, og tá vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra væl skjótari, enn loyvt er.

Mest loyvda ferðin er 80 km/t, men hesir koyrdu ávikavíst 107 km/t, 109 km/t, og 111 km/t. Ein annar bilførari varð eisini tikin fyri at yvirhála.

Eisini í Vágum varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 115 km/t.

Allir bilførararnir fingu eitt klipp í part, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder