
Í dag eru seks mál á skránni í løgtinginum – fimm 1. viðgerðir og ein 3. viðgerð.
Uppskotið, sum skal til 3. viðgerð í dag er uppskotið um hjálparískoyti til sperdar familjur og hækking av familjuískoytinum.
Tey uppskotini, sum skulu til 1. viðgerð, snúgva seg um høvuðsumvæling og umbygging av skúlabygningum á Frælsinum; at taka av oljuavgjaldið; um at dagføra starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólkum, og øðrum politiskum embætum; og broyting í lógini um almannapensjón, so arbeiðsinntøka ikki longur verður mótroknað.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald