Innanlands

Filmskapping um endurnýtslu

Nú nærkast freistin fyri at lata inn uppskot

2018-08-24 16:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Umhvørvisstovan setur sjónareykuna á endurnýtslu, og skipar í ehsum sambandi fyri filmskapping, har møguleiki er at vinna 25.000 kr.

Endamálið við kappingini er at framleiða ein film, sum stutt og greitt vísir, hvat vit øll kunnu gera fyri at endurnýta meira pappír og papp heima við hús, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.

Umhvørvisskrivstovan skrivar millum annað soleiðis um kappingina:

Filmurin skal venda sær til øll, ung sum gomul, og geva okkum ítøkilig hugskot til hvussu vit kunnu endurnýta meira pappír og papp -  eggja okkum til at savna meira pappír/papp. T.d.:

  • Hvørji sløg av pappíri kunnu endurnýtast – eisini slíkt, sum vit vanliga ikki halda kann endurnýtast
  • Hvussu vit best skilja pappír/papp frá og hvussu hetta á lættasta hátt kann skipast heima við hús
  • Hvussu vit minnast til at fylla sum mest í ílatið/posan og klárt at heinta til røttu tíð

Freistin fyri at lata inn uppskot er 1. okt. 2018. Sí meiri her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder