Mentan

Filip og Árni eru nummar 1

"Nummar 1" er nýggi sangurin frá Árna Andreasen. Afturat sær hevur hann 18 ára gamla Filip á Smið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-23 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fjør var Árni Andreasen nummar eitt við sanginum "Tá Eg Sá Teg", sum varð mest spældi sangur í útvarpinum, og nú hevur hann so gjørt ein nýggjan sang ið kallast ”nummar 1”.

Hesaferð hevur Árni samstarva við 18 ára gamla Filip á Smið. Filip kenna vit frá sanginum ”Precious Dime”, sum Filip saman við øðrum gav út í sambandi við eina tónleikaverkætlan. Filip syngur sangin og Árni leggur rødd til í niðurlagnum.

Sangurin er lættur at syngja við til og lagið fellur sera lætt í oyra. Sangurin snýr seg um at hava sjálvsálitið í ordan, og at verða glaður fyri at verða tann man er.

Julian Andreasen hevur staðið fyri upptøku og tí teknisku uppgávuni.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder