Føroya rættur avgjørdi í síðstu viku, at málið sum fimm kommunustýrislimir hava reist móti Fíggjarmálaráðnum um umvalið í Runavíkar kommunu, skal hava steðgandi virknað.
Harvið bleiv valið sum skuldi vera í morgin, 13. januar, fyribils avlýst.
Men nú hevur Fíggjarmálaráðið boðað frá, at tey fara at kæra úrskurðin. Hetta visti Dagur og vika í kvøld.
- Tað, at hetta rættarmálið fær steðgandi virknað, hevur sannlíkt við sær, at hetta rættarmálið fer at koyra alt valskeiðið, og tað gevur ikki mening í mun til at lýsa eitt umval, tá tað metsta av valskeiðinum er farið. So tí halda vit, at hetta málið kann ikki bíða, segði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við Dag og viku í kvøld.
- Løgregla, ákæruvald og Løgmálaráðið hevur mett, at tað eru sannlíkindi fyri at valsvik er farið fram, og tað halda vit ikki, at vit kunnu síggja burtur frá. Tí halda vit, at tað er rrætt, at landsrætturin tekur støðu til valið, segði Ruth Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald