Uttanlands

Ferja rak fyri vág og vind í Eystrasalti í nakrar tímar

Vóru byrjað at taka fólk av skipinum og upp í tyrlur, tá tað eydnaðist at fáa gongd á motorarnar aftur

Ferðafólk savnað við tyrlupallin á Stena Scandica í gjár. Tað var kortini ongin vandi á ferð, og bjargingin varð seinni avblást (Mynd: EPA)

Ferðafólk savnað við tyrlupallin á Stena Scandica í gjár. Tað var kortini ongin vandi á ferð, og bjargingin varð seinni avblást (Mynd: EPA)

2022-08-30 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri ferðafólk vórðu í gjárkvøldið bjargað upp í tyrlu av ferðafólka- og farmaskipinum Stena Scandia, sum var komin í havsneyð í Eystursjónum við umleið 300 ferðafólkum umborð.

Stena Scandia var á ferð úr Ventspils í Estlandi til Svøríkis, tá tað um middagsleitið varð boðað frá einum eldsbruna á bildekkinum, men tann eldurin varð skjótt sløktur aftur. Eldurin varð kyknaður í eini kølibingju, skrivar Ritzau. Men eftir eldsbrunan lá ferjan í streymloysi í fleiri tímar, og royndirnar at kasta akker miseydnaðust. Skipið rak móti svensku oynni Gotlandi, og eitt skifti varð óttast fyri, at tað skuldi reka á land, og tí vórðu boð send eftir hjálp.

Fleiri skip komu til hjálpar, men vindurin varð ov nógvur til at ráðiligt var at flyta ferðafólkini í annað skip, og ístaðin vóru boð send eftir tyrlum, sum byrjaðu lyfta fólk av skipinum.

Men bert eitt tíggjutal av fólki vórðu tikin upp í tyrlurnar, tá bjargingararbeiðið varð avblást, skrivar finska kringvarpið YLE. Um tíggjutíðina í gjárkvøldið fingu tey gongd á motorarnar á Stena Skandia aftur, og ferjan kundi halda fram ferðina, tó við niðursettari ferð, móti Nynäshamn, sunnan fyri Stockholm í Svøríki, hagar skipið skuldi koma fyrrapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder