2022-05-15 09:50

Um hálvgun eitt tíðina seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin av vegbreytini í Árnafjarðartunlinum.
Tunnilin er einsporaður og tað er høgt nakað av í báðum síðum, og bilurin stóð fastur og steðgaði allari ferðsluni.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men hetta elvdi til langar bíðirøðir, og hjálpin slapp heldur ikki framat orsakað av hesum. Onkursvegna fingu tey, sum vóru á staðnum inni í tunlinum bilin uppaftur og flutt hann inn í eitt møtipláss nærhendis.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald