2021-11-20 10:15

Klokkan hálvgum tvey í nátt var eitt ferðsluóhapp á vestara armi á Skálafjørðinum, har ein bilførari misti tamarhaldið, so bilurin fór útav vegnum.
Trý fólk vóru í bilinum, men eingin teirra fekk skaða. Bilurin fór tó illa, upplýsir løgreglan.
Løgreglan veit ikki júst hví óhappið hendi, men talan var í øllum førum ikki um rúsdrekkakoyring, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald