Innanlands

Ferðsluavmarkingar í Vágsbotni

Frá kl. 12 í dag til kl. 12 leygardagin er ferðslan avmarkað í Vágsbotni í Havn – Tað er í sambandi við fyrireikingar til Voxbotn

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-23 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við fyrireiking til tiltakið Voxbotn, sum verður leygardagin 25. juni, verður ferðslan í Vágsbotni í Havn avmarkað komandi dagarnar.

Ferðslan verður avmarkað frá klokkan 12 í dag, hósdagin til klokkan 12 leygardagin, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í hesum tíðarskeiðnum er eingin koyring frá Bøgøtu, Vágsbotni og Mylnugøtu niðan á Vaglið, og frá Tórsgøtu og Bryggjubakka er ferðslan einvegis niðan eftir Mylnugøtu.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder