Innanlands

Ferðavinnuátak í Oyndarfirði

16.-18. mars verður sjóneykan sett á ferðavinnuna í Oyndarfirði – Tiltakið er ætlað fólki, sum eru búsitandi ella hava tilknýti til bygdina

OYndarfjørður (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

OYndarfjørður (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-03-04 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 16. og 18. mars skipar Visit Runavík fyri ferðavinnuátaki í Oyndarfirði.

Sjóneykan verður sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnuni sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir. Til ber bæði at leita sær íblástur, men eisini at fáa ítøkiliga vegleiðing ella svar upp á ivamál, skrivar Runavíkar kommuna.

Tiltakið verður í skúlanum í Oyndarfirði hóskvøldið 16. mars frá klokkan 19-21 og heldur fram leygarmorgun 18. mars frá klokkan 10-12.30.

Tiltakið er ætlað fólki, ið eru búsitandi ella hava tilknýti til Oyndafjørð. Ætlanin er, at Visit Runavík fer at skipa ymisk átøk innan ferðavinnu aðrastaðni í kommununi komandi tíðina.

Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á gátt til íblástur, vegleiðing ella prát, skrivar kommunan.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder