Innanlands

Ferðavinnuætlan løgd fram fyri nólsoyingum

Mikukvøldið varð fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna løgd fram í Royndarhúsinum í Nólsoy – Ætlanin inniheldur 25 átøk, sum vísa gongdar leiðir fyri ferðavinnu í oynni

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavanr býráð, setti kvøldið (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavanr býráð, setti kvøldið (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-04-23 09:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nólsoyggin hevur í nógv ár verið eitt væl dámt ferðamál hjá bæði útlendingum og føroyingum, og nú er so ein ferðavinnuætlan fyri Nólsoynna fest á blað.

Mikukvøldið varð fyrsta ferðavinnuætlanin fyri Nólsoynna løgd fram í Royndarhúsinum í Nólsoy. Í ætlanini eru 25 átøk, sum ítøkiliga vísa á gongdar leiðir fyri einari spennandi og upplivingarríkari ferðavinnu í oynni.

Nólsoyingar taka væl ímóti, at ein ferðavinnuætlan nú kemur fyri oynna. Á fundinum vístu nólsoyingar á, at skelting og hentleikar í bygdini hava stóran týdning fyri ferðavinnuna, og tað hevur eitt støðugt ferðasamband í oynna eisini, skrivar Tórshvanar kommuna.

Endamálið við ferðavinnuætlanini er at skipa eina skynsama og burðardygga ferðavinnu. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit at náttúru og umhvørvi, sum tekur atlit at fornminnum, búskapi og teimum, sum búgva í oynni.

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, setti kvøldið.

- Góðar upplivingar eru sjálvt grundarlagið undir, at ferðavinnan gerst eitt týðandi og neyðugt triðja bein í føroyska búskapinum. Júst her eiga tit í Nólsoy eisini tykkara sjálvsagda lut.

- Í nýggja politikkinum fara vit millum annað at leggja okkum eftir vinnuferðavinnuni. Hetta kann víðka árstíðina fyri ferðavinnu í Føroyum, og júst hetta er ein av spennandi avbjóðingunum fyri framman.

- Tórshavnar kommuna og vinnan hava felags áralag, og tí stuðla vit eisini ráðstevnum og størri tiltøkum í høvuðsstaðnum, sum verða hildin uttan fyri háárstíðina. Vónandi kunnu slíkar ráðstevnur eisini fáa fólk at sigla út í Nólsoynna at uppliva serstøku mentanina og tykkara hitandi gestablídni.

- Eg eri sannførd um, at tá ið korona er farið aftur um bak, fer ferðavinnan at tryggja okkum ein støðugari búskap. Ferðavinnan skapar millum annað nógv nýggj spennandi størv, segði Kristianna Winther Poulsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder