Innanlands

Fer frá sum formaður í danska fólkaflokkinum

Dansk Folkeparti hevði eitt vanlukkuval í gjár - flokkurin misti samanlagt 132 sessir í ymsu kommununum, og nú tekur Kristian Thulesen Dahl avleiðingina. Við donsku miðlarnar nevndi hann Inger Støjberg sum ein persón, ið burdi fingið ein stóran leiklut í flokkinum framyvir

Kristian Thulesen Dahl segði seint í gjárkvøldið, at hann noyddist at umhugsa sína støðu; afturgongdin á 4,7 prosent á danska kommunuvalinum varðseinasti dansur hjá honum sum formaður í Dansk Folkeparti

Kristian Thulesen Dahl segði seint í gjárkvøldið, at hann noyddist at umhugsa sína støðu; afturgongdin á 4,7 prosent á danska kommunuvalinum varðseinasti dansur hjá honum sum formaður í Dansk Folkeparti

2021-11-17 12:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kjarlarvørinum av kommunuvalinum í gjár, har danski fólkaflokkurin fekk ein uppá kjaftin frá veljarum kring landið, var floksfundur á Christiansborg fyri løtu síðani. Eftir hann er tað vorið greitt, at Kristian Thulesen Dahl fer at støðga sum fomaður í flokkinum, ið hann hevur staðið á odda fyri í níggju ár

Leiðslan í Dansk Folkeparti fer at savnast til fund í vikuskiftinum eftir ynski frá flokformanninum, ið síðani verður avloystur á einum eyka ársaðalfundi skjótt, har nýggjur formaður skal veljast. Hetta skrivar TV2. Hvør tað verður er ivasamt, men spurdur um Inger Støjberg er ein møguleiki, segði Thulesen Dahl, at hann vónar at hon verður fríkend í ríkisrættarmálinun, sum koyrir í løtuni, og at hon er ein, ið burdi fingið ein stóran leiklut í flokkinum framyvir.

Afturgongdin hjá DF var á 4,7 prosent, og tað gjørdi, at flokkurin misti heili 132 sæti kring landið og fer komandi fýra árini at vera umboðað í 19 færri kommununum enn seinasta valskeið. Flokkurin hevði eisini afturgongd á valinum fyri fýra árum síðani og á Fólkatingsvalinum í 2019. Kristian Thulesen Dahl tók við eftir Pia Kjærsgaard í 2012, og í gjárkvøldið vórðu bæði særd. Fólkatingsvalið í 2015 var gott, men síðani hevur tað bert gingið ein veg.

[object Object]
Inger Støjberg er, sambært fráfarandi formanninum, ein møguleiki í mun til sessin (Mynd: EPA)

[object Object]
Pernille Vermund var ógvuliga fegin eftir úrslitini í gjárkvøldið og gjørdri greitt, at DF hevði ikki livað upp til síni lyfti, og nú kom rokniningin

Tað er ógvuliga nógv, ið bendir á, at flokkurin "Nye Borgerlige" hevur tikið heilt nógvar veljarar frá tjúgu ára eldra flokkinum, ið hevur fleiri av somu grundvirðunum. Flokkurin fekk 2.4 prosent av atkvøðunum og fýra fólk inn í Fólkatingið í sínari fyrstu roynd í 2019 og hevur síðani gingið nógv fram í veljarakanningunum - hevur ligið yvir tíggju prosentum í veljarakanningum fyrr í ár. Flokkurin við Pernille Vermund á odda er við at staðfesta seg sum næststørsti arbeiðaraflokkurin í Danmark og frá at hava ein býráðssess í øllum landinum, er NB eftir valið í gjár komin upp á heili 64. Hetta var størsta framgongdin av øllum, og langt yvir hvat mál varð sett, og ein fegin Pernille Vermund kundi í Fredericia, í samrøðu við TV2 staðfesta, at DF og formaðurin ikki høvdu givið dønum tað, sum man hevur lova - kappingarneytin hevði svíkt, og nú kom rokningin:

- Eg dugi væl at føla, hvussu nógv tað pínur hjá einum manni sum Kristian Thulesen Dahl, og skilja tí støðuna sum sum hann stendur í . Men man má bara siga, at um man ikki gevur dønum, tað sum man hevur lovað, og man svíkir tá møguleikin fyri ávírkan er har, jamen so verður tað revsað í síðsta enda.  

Flokkurin hjá Mette Frederiksen fekk eisini eina stóra afturgongd - 89 mistar sessir - men sosialdemokratarnir hava flest fremvegis flest borgarstjórarsessir (39) og halda uppá sessin í størstu kommununi, hóast afturgongd á tíggju sessir. Sophie Hæstorp Andersen er nýggjur yvirborgarstjóri í Keypmannahavn. Frank Jensen fór frá sum yvirborgarstjóri og næstformaður í sosialdemokratiska flokkinum fyri ellivu mánaðum síðani, orsakað av fleiri søgum um kynsligan ágang og ónærisligan atburð mótvegis kvinnum.

TV2 hevur her yvirlit yvir taptar og vunnar sessir, og her er yvirlit yvir borgarstjórar næstu fýra árini í teimum 89 kommununum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder