Innanlands

Felags undirvísing fyri tilflytarar í Suðuroynni

Kommunurnar hava gjørt avtalu um FSA - føroyskt sum annaðmál fyri vaksin

Umboð fyri fimm av teimum sjey kommununum, saman við samskiparanum av FSA. Frá vinstru Lív Næs, saksmipari, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri Tvøroyri, Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóri í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson, býráðslimur í Hvalba og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
Hesi vanta á myndini Eyðbjørn Thomsen borgarstjóri Sumba og Jóannes Lisberg borgarstjóri í Fámjin.

Umboð fyri fimm av teimum sjey kommununum, saman við samskiparanum av FSA. Frá vinstru Lív Næs, saksmipari, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri Tvøroyri, Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóri í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson, býráðslimur í Hvalba og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági Hesi vanta á myndini Eyðbjørn Thomsen borgarstjóri Sumba og Jóannes Lisberg borgarstjóri í Fámjin.

2022-09-29 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tær sjey kommunurnar í Suðuroynni eru samdar um at í felag bjóða út undirvísing í føroyskum máli og mentan til tilflytarar, heldur enn at skipa fyri hesum hvør sær.

Í gjár var samstarvsavtala hesum viðvíkjandi undirskrivað á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Samastarvsavtalan er komin í lag í samráð við Uttanríkis og Mentamálaráðið, og er galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. oktober 2026 ella til nýggj lóggávu verður givin á økinum.  Avtalan kann tó sigast upp við átta mánaða ávaring.

Kommunurnar vóru umboðaðar av: Anitu Vibergsdóttir varaborgarstjóra í Tvøroyri, Ásu Holm borgarstjóra í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóra í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson býráðslimi í Hvalba og Bjarni Johansen borgarstjóra í Vági. Eyðbjørn Thomsen borgarstjóri í Sumba og Jóannes Lisberg borgarstjóri í Fámjin høvdu forfall, men høvdu fráboða, at teir taka undir við avtaluni, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

Í samstarvsavtaluni er avtalað at halda áfram við at bjóða góð tilboð í máli og mentan til tilflytarar, sum Tvøroyrar kvøldskúli hevur gjørt í nøkur ár í góðum samstarvið við undirvísarar úr Hvalbiar og Vágs kvøldskúla. Avtalað er, at allar kommunur lata hølir til undirvísing, og at tilboðið fevnir um undirvísing upp til 40 næmingar. Undirvísingin er longu byrjað, og varðir henda í umleið 30 vikur. Undirvísingin endar við próvtøku og er førleikagevandi til víðari lestur.

FSA 

Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin (stytt FSA) er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.

Tað verður Tvøroyrar kvøldskúli við Lív Næs sum leiðara, ið framhaldandi verður at samskipa FSA í Suðuroynni, og avtalan inniber, at allar kommunur binda seg at rinda til FSA samstarvið, 10 krónur pr. borgara í kommununi, ið skal fíggja umsitingina og samskipanina av FSA í Suðuroynni.

Uttanríkis- og mentamálaráðið varðar av FSA og ber allan kostnaðin fyri sjálva undirvsingina, og hevur ráðið játtað 550 tímar til undirvísing í árog 550 tímar til undirvísing í 2023 galdandi fyri FSA í Suðuroynni.

Í námsætlanini fyri FSA stendur m.a. at:

- At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar: at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum.

- Næmingurin skal frá fyrsta degi venjast við at fáa góða úttalu, at lurta og at skilja, at tosa og skifta orð, og sum frá líður at bera fram egnar hugsanir og metingar.

- Yvirskipaða endamálið við FSA undirvísingini er, at tilflytarar, ið flyta til Føroyar koma at kenna seg sum integreraðan part av samfelagnum og kenna seg viðurkendar á arbeiðsmarknaði og í felagslívi annars. Og at tilflytari gerst førur fyri at fullnýta ta útbúgving og teir førleikar, sum tilflytari hevur úr heimlandi sínum.

- Dentur skal leggjast á, at tilflytari ikki upplivir at vera fyri mannamuni ella mismuni, og at tilflytari fær amboð og førleikar at gerast samborgari í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder