Uttanlands

Felag stevnt Fox News fyri milliardir

Vinnufelagið Smartmatic, sum hevur veitt tøkni í sambandi við amerikanska valið, hevur stevnt Fox News fyri ærumeiðing – Orsøkin var ákærurnar um valsvik

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2021-02-05 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnufelagið Smartmatic, sum hevur veitt tøkni í sambandi við amerikanska valið í november, hevur nú stevnt sjónvarpsstøðina Fox News fyri ærumeiðing.

Stevningin umfatar eisini Rudy Giuliani, sakførari hjá fyrrvernadi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Orsøkin til stevningina er, at Smartmatic heldur, at tey av órøttum eru løgd undir at hava verið við til at fremja valsvik. Smartmatic hevur stevnt fyri 2,7 mia. dollarar, ið svarar til góðar 17 mia. í okkara krónum.

– Joe Biden og Kamala Harris vunnu valið í 2020 um at gerast forseti og varaforseti í USA. Valið varð ikki stolið ella manipulerað. Tað er fakta, sigur felagið í fráboðan.

Sambært Smartmatic hevur Fox News havt tilsamans 13 tíðindainnsløg, sum annaðhvørt hildu uppá ella sipaðu til, at Smartmatic hevði verið við til at stjala valið frá Trump í seks statum, har ósemja var um valúrslitið.

Men Smartmatic sigur, at tey bert veittu valtøkni til sýsluna Los Angeles County í Kalifornia, og at tey har fingu rós.

Fox News og Rudy Giuliani vistu, at valið ikki var manipulerað, men kortini valdi tey a fortelja, at valið varð stolið og at geva Smartmatic skyldina, skrivar felagið, sum sambært Ritzau heldur, at talan í 16 førum var um ærumeiðing.

Hesum vísir Fox News tó aftur.

– Fox News Media leggur seg eftir at lýsa eina hvørja søgu á rættvísan hátt við støði í nágreiniligum journalistikki og greiðum fatanum. Vit eru errin av okkara viðgerð av valinum í 2020, sigur Fox News m.a. í fráboðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder