Innanlands

Fekk skaða í beinið við Skarðsbygd

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, sigur løgreglan, men í gjár varð tyrlan send eftir einari kvinnu, sum hevði fingið skaða í beinið, og eitt ferðsluóhapp var í Søldarfirði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-07 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin varð tyrlan send eftir einari kvinnu, sum var dottin og hevði fingið skaða í beinið. 

Kvinnan var stødd við Skarðsbygd á Kunoynni.

Hetta var klokkan 10.42 fyrrapartin, og ein tíma seinni kom tyrlan á Landssjúkrahúsið við kvinnuni.

Seinni á degnum, klokkan 13.40, var eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði, har tveir bilar rendu saman. 

Eingin fólkaskaði var, men materielli skaðin var stórur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tey ikki vita, hví óhappið hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder