2022-10-13 17:20
Nakað aftaná døgurðatíð í gjár, fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Norðhavnini í Ánunum.
Tað var ein maður, sum hevði fingið ein 600 kilo tungan sekk oman á seg, tá ein trossi slitnaði. Maðurin fekk álvarsligan skaða á beinið, skilst.
Hetta hendi í sambandi við umskipan av farmi.
Arbeiðseftilitið kannar málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald