Uttanlands

Fauci: Tað verður neyvan neyðugt at lata samfelagið aftur

Hóast Delta-frábrigdið hevur elvt til vaksandi smittutøl í USA, verður neyvan neyðugt at lata aftur enn einaferð, sigur ovasti heilsufakligi ráðgevin hjá amerikanska forsetanum

Anthony Fauci (Mynd: EPA)

Anthony Fauci (Mynd: EPA)

2021-08-02 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Delta-frábrigdið hevur elvt til vaksandi smittutøl í USA, verður neyvan neyðugt at lata samfelagið aftur enn einaferð. Tað sigur ovasti heilsufakligi ráðgevin hjá Joe Biden forseta, Anthony Fauci.

Anthony Fauci sigur, at USA fer at uppliva "nakað av pínu í framtíðini", men koppsetingin hevur helst við sær, at tað ikki verður neyðugt at lata samfelagið aftur, umframt at hon minkar um talið á andlátum millum tey smittaðu.

Sunnudagin søgdu nýggjastu tølini, at uml. seks av tíggju amerikanarum yvir 12 ára aldur eru fult koppsett fyri koronu, og heldur Fauci, at USA hevur koppsett ein nøktandi part av fólkinum.

– Ikki nóg nógv til at basa útbrotinum, men eg vildi mett, at tað er nóg nógv til, at vit ikki enda í somu støðu, sum vit vóru í síðsta vetur, sigur hann sambært Ritzau.

Samstundis ávarar Fauci tó um, at støðan gerst verri, sum Delta-frábrigdið breiðir seg í landinum, har tey hava 100 mió. fólk, sum hava rætt til koppseting, men sum ikki verða koppsett.

Seinastu tíggju dagarnar er talið á nýggjum smittutilburðum eisini tvífaldað í USA, og í nógvum statum veksur talið á innløgdum eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder