Uttanlands

Fauci: Droppið Super Bowl-veitslurnar

Í ár eiga amerikanarar ikki at savnast nógv saman at hyggja eftir Super Bowl, sigur ovasti heilsuráðgevin hjá Joe Biden

Ovasti heilsuráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Anthony Fauci (Mynd: EPA)

Ovasti heilsuráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Anthony Fauci (Mynd: EPA)

2021-02-04 21:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanarar eiga at droppa stórar veitslur og samkomur, sum vanliga plaga at verða í sambandi við NFL-finaluna, Super Bowl. Orsøkin er korona, sigur Anthony Fauci, ovasti heilsuráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Super Bowl er á hvørjum ári ein stórur veitsludagur fyri nógvar amerikanarar, og vanligt er at savnast nógv saman at hyggja eftir dystinum. Men tíðin er ikki tann rætta at gera tað nú, sigur Fauci.

Ársins finala í amerikanskum fótbólti er millum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs. Tað verður Tampa Bay, sum tekur ímóti mótstøðuliðnum á heimavølli í Tampa í Florida.

– Super Bowl er stórt í USA. Njótið dystin og hyggið eftir honum í sjónvarpinum, men gerið tað saman við nærmastu familjuni ella við persónum úr tykkara egna húski. Hvørja ferð vit hava okkurt sum hetta, sæst altíð ein øking (í smittutalinum, red.), um so talan er um feriu, jól, nýggjár ella Thanksgiving, sigur Fauci sambært Ritzau.

Umleið 25.000 ákoðarar sleppa inn á vøllin sunnudagin, harav 7.500, sum arbeiða í heilsuverkinum og longu eru koppsett. Hetta heldur Fauci vera í lagi, og er hann vísur í, at ákoðarar fara at royna at halda frástøðu og brúka munnbind, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder