2023-03-22 19:41

Á býráðsfundi hósdagin fer Tórshavnar býráð at viðgera eitt uppskot at fara undir fleiri ábøtur við Myllutjørn í Hoyvík.
Ábøturnar umfata asfaltering, gøtur, vegamerking, ferðslutrygd og liðugtgerð av skráum.
– Eigarafelagið við Myllutjørn hevur víst á fleiri manglar og hevur gjørt ein lista yvir ítøkilig mál. Øll hesi mál kunnu ikki loysast í ár, men farast kann undir nøkur av arbeiðunum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Fíggjarnevndin hevur játtað 600.000 krónur til dagføringar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald