Innanlands

Fara nú at kanna orsøkina til eldsbrunan

Í dag ella í morgin verður kannað, hví eldur kom í eini hús í Hoyvík í gjárkvøldið – Roykskaðin er so umfatandi, at fólk fáa ikki verið inni í húsinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-18 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um níggju tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Hoyvík. Eldurin varð sløktur, og eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men húsini fingu eitt sindur av skaða.

Sambært løgregluni var talan um so umfatandi roykskaða, at húsfólkini ikki fáa verið í húsunum.

Enn veit løgreglan ikki at siga, hví eldur kom í húsini, men tey fara at kanna orsøkina til endsbrunan í dag ella í morgin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

placeholder
placeholder