Innanlands

Fara á val í Grønlandi beint eftir páskir

Spenningur er um, hvørt Kim Kielsen heldur fram sum landsstýrisformaður, ella um ein annar tekur yvir, og landsstýrið fer at síggja heilt øðrvísi út. Landstingsval var seinast í grønlandi í apríl 2018

Kim Kielsen hevur útskrivað nýval - hann stillar sjálvur uppaftur (Mynd: KNR)

Kim Kielsen hevur útskrivað nýval - hann stillar sjálvur uppaftur (Mynd: KNR)

2021-02-17 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Órógv hevur verið í grønlendskum politikki seinastu tíðina. Síðst í november í fjør tapti Kim Kielsen stríðsvali um formanssessin í Siumut fyri Eriki Jensen, men hevur tó framvegis røkt sessin sum landsstýrisformaður - ein sess ið Kielsen hevur verið í síðani á heysti 2014. Siumut er størsti flokkur í samgonguni við níggju sessin og við fýra landstýrisfólkum.

8. februar boðaði floksformaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, frá, at Demokratarnir, er ikki longur partur av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, og at orsøkin er óvissan í Siumut.

Les eisini: Landsstýriskreppa í Grønlandi

Nú er nýval útskrivað, og greitt er at grønlendingar skulu á val týsdagin 6. apríl, ið er beint eftir páskadagarnar.

Greitt er eisini, at Kim Kielsen stillar uppaftur, og so er spurningurin, hvussu stóran stuðul 54-ára gamli politisturin fær frá veljaranum.

Stórur meiriluti var fyri at hava val nú í vár, og hetta er eitt ár fyri tíð. Seinasta Landstingval í Grønlandi var í apríl 2018. Tá gekk Siumut aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder