Innanlands

Falskur teldupostur um barnaporno sendur til føroyingar

Føroya politi hevur fingið fráboðan um, at ein borgari hevur móttikið falskan teldupost. Avsendarin er at síggja til Dansk Politi og Europol, men hetta er ikki rætt. Mælt verður til ikki at lata teldupostin upp strika hann beinanvegin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-25 19:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein føroyskur borgari fekk boðaði í dag løgregluni frá, at hann hevði móttikið ein teldupost, sum var undirskrivaður av Dansk Politi og Europol.

Persónurin verður lagdur undir at hava barnapornografiskt tilfar á sínum eindum. Soleiðis er ikki, og viðkomandi persónur er ikki undir illgruna. Telduposturin, sum borgarin fekk á sínari Google-konto var falskur.

Í teldupostinum var ein viðheft pdf-fíla, ið var navngivin: ”DANSK POLITI.pdf”.

Telduposturin varð sendur frá: “Federico Iob” [email protected]

Telduposturin varð sendur til: [email protected] og Bcc til borgaran.

Í teldupostinum stóð í stuttum, at borgarin var undir illgruna at hava barnapornografisk tilfar á sínum eindum, og at Politiið fór at leggja hald á eindarnar hjá borgaranum.

Føroya Politi skal gera vart við, at hvørki vit, Dansk Politi ella Europol venda sær til borgarar á hendan hátt fyri at boða frá brotsverkum. Politiið vendur sær altíð beinleiðis og persónligt til borgaran.

Politiið vil tí staðiliga heita á, at um tit móttaka tílíkan teldupost, at ikki opna hann ella viðheftar fílar og sletta teldupostin umgangandi.

Tað er ikki neyðugt at boða Føroya Politi frá, um tit móttaka hendan teldupostin.

Politiið í Føroyum mælir altíð til, at borgarin hevur eitt trygt loyniorð og 2 faktor góðkenning á øllum sínum online-kontum so sum Facebook, Instagram, Google vm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder