Innanlands

Fakfeløg vísa á fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku

Verður arbeiðstíðin stytt, fær tað almenna bert tørv á 13 starvsfólkum afturat, vísir umfatandi kanning, sum fakfeløgini innan tað almenna standafyri

2021-09-29 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrimunirnir við eini styttri arbeiðsviku eru nógvir. Tað er ein av niðurstøðunum í kanning, ið Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, hava gjørt fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið við kanningini er at lýsa fyrimunir og avleiðingar við 37 tíma arbeiðsviku, og hvør kostnaðurin er at íverkseta hesa broyting.

Kanningin er víðfevnd og umrøður effektivitet, kappingarføri, sálarheilsu, framtíðar arbeiðsmarknaðin og javnvágina millum familju- og arbeiðslív. Somuleiðis lýsir kanningin royndir aðrastaðni við at stytta arbeiðsvikuna.

Kanningar frá øðrum londum vísa greitt, at tað eru fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, meðan vansarnir eru truplari at finna.

Tað vísir seg, at starvsfólk arbeiða effektivari, tá ið arbeiðsdagurin er styttri. Tá starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey betri savnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari størri part av arbeiðstíðini. Innan stóran part av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, so verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum.

Verður hædd tikin fyri at fólk í parttíð fara at arbeiða meira og effektiviteturin økist, so hevur broytingin einans við sær, at tørvur verður bert á 13 starvsfólkum innan tað almenna.

Royndir frá øðrum londum vísa eisini, at tá arbeiðsvikan bleiv stytt, fóru mong, ið arbeiddu parttíð, at arbeiða meira. Hetta vigar í stóran mun upp móti teirri arbeiðsorkuni, sum kann fara at mangla á ávísum arbeiðsøkjum.

Tey, ið varða av kanningini eru: Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarfelagið og Fakfelagssamstarvið, sum umfatar Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder