placeholder
Innanlands

Færri skamtar frá Pfizer

Vaksinuframleiðarin økir um framleiðsluna, men í fyrsta umfari hevur tað við sær færri skamtar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-15 15:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dagføring í framleiðsluni á virkinum hjá Pfizer í Puurs í Belgia, hevur við sær minni koppingarevni til ES enn ætlað.

Tað váttar Pfizer Danmark fyri danska TV2, sum upplýsir at fyri at røkka málinum at framleiða tvær milliardir skamtar í 2021, verður framleiðslan dagførd.

Áður hevur felagið boðað frá, at tey roknaðu við at framleiða 1,3 milliardir skamtar í 2021, men hetta talið verður nú økt.

Arbeiðið á fabrikkini hevur við sær, at tað í endanum av januar og byrjanini av februar verða færri skamtar tøkir til evropeisku londini, og harvið eisini Føroyar, sum fær part av koppingarevni, sum Danmark fær.

Men tað fer eftir hetta at broytast.

Munandi fleiri skamtar verða tøkir um miðjan februar og frameftir, sigur Pfizer Danmark við TV2.

Á Statens Serum Institut hava tey enn ikki fingið váttað hvussu nógv færri skamtar Danmark fær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder