Innanlands

Færri og færri hava koronu

614 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, men 944 blivu frísk aftur. Talið á positivum í Føroyum minkar skjótt, og er nú undir 3000 fólk

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-02-22 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Alsamt færri koronu tilburðir verða staðfestir við koronu. Í eina tíð hava mánadagarnir verið dagarnir, har nógv flest tilburðir verða staðfestir. Hetta er helst tí, at fólk ikki tíma at lata seg kanna leygardag og sunnudag og bíða til mánadag.

Men í gjár vóru bara 614 kanningar sum vístu positivt úrslit. Hetta er lægsta tal fyri ein mánadag síðani miðjan januar.

Eisini gjørdust 944 fólk frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu. Talið á positivum í løtuni er nú komið undir 3000, og er nú 2889 fólk.

Átta fólk eru innløgd av koronu. Níggju onnur eru innløgd við koronu, men innleggingarorsøkin er ein onnur enn covid-19.

25 fólk eru deyð við koronu í Føroyum. Hetta er ein fleiri enn í gjár.

Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder