Uttanlands

Eysturríkskur ráðharri fingið staðfest korona – belgiskur ráðharri hevur sjúkueyðkenni

Tað er møguligt, at Alexander Schallenberg varð smittaður á einum ES-fundi mánadagin, har uttanríkismálaráðharrar luttóku – Finski forsætisráðharrin og forkvinnan í ES-nevndini máttu eisini fara av einum fundi í vikuni, tí tey høvdu havt samband við smittaðan persón

Alexander Schallenberg (Mynd: EPA)

Alexander Schallenberg (Mynd: EPA)

2020-10-17 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturríkski uttanríkismálaráðharrin, Alexander Schallenberg hevur fingið staðfest korona. Tað upplýsir talsfólk hjá eysturríkska uttanríkismálaráðnum í dag.

Sagt verður, at Schallenberg møguliga kann hava fingið smittuna á fundinum hjá uttanríkismálaráðharrunum í ES mánadagin, har m.a. danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, eisini varð til staðar.

Eysturríkski uttanríkismálaráðharrin hevur eingi sjúkueyðkenni, og varð hann kannaður sum partur av einari fastari mannagond.

Alexander Schallenberg luttók á stjórnarfundi mikudagin, har fyrivarni vórðu tikin, og øll vóru í maskum. Tó verða allir ráðharrarnir kannaðir av trygdarávum.

Belgiski uttanríkismálaráðharrin, Sophie Wilmés, sum eisini luttók á ES-fundinum mánadagin, segði fríggjadagin, at hon hevði sjúkueyðkenni, og fór hon tí í sóttarhald.

Hósdagin og fríggjadagin hittust statsleiðarar í ES eisini í Brússel. Har mátti finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, fara av fundinum áðrenn tíð, eftir at ein finskur tjóðartingslimur, sum hon hevði verið í sambandi við, fekk staðfest smittuna.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, skundaði sær eisini av fundinum hósdagin, eftir at hon hevði fingið boð um, at eitt av starvsfólkum hennara varð vorðin smittaður við korona. Hon varð annars staðfest negativ eftir kanning men valdi kortini at fara av fundinum av trygdarávum.

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, var ikki á fundinum, av tí at hann longu var í sóttarhaldi, eftir at hann hevði havt samband við ein persón, sum varð staðfestur smittaður.

Sambært Ritzau høvdu fleiri, m.a. danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sett spurnartekin við, um tað yvirhøvur var forsvarligt at hava fundin sum vanligt orsakað av koronastøðuni.

placeholder
placeholder