Innanlands

Eysturkommuna ment nýggjan ferðavinnusamleika

Visit Eysturland skal gera tað lættari hjá ferðafólki at finna runt í mongu tilboðunum og lættari hjá íbúgvum í kommununi at bjóða vørur og tænastur fram

2020-07-10 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturkommuna hevur ment ein nýggjan ferðavinnusamleika sum hevur til endamáls at bjóða øll ferðavinnutilboð í økinum fram undir einum og sama flaggi.

Hetta, fyri at tað skal vera lættari hjá ferðafólki at finna runt í mongu tilboðunum, og eisini fyri at tað skal vera lættari hjá íbúgvunum í kommununi at bjóða sínar vørur og tænastur fram og at samstarva, skrivar Eysturkommuna í tíðindaskrivi.

Ferðavinnusamleikin eitur Visit Eysturland.

– Við heitinum gerst Eysturkommuna meira atkomilig hjá ferðafólki, og somuleiðis ber navnið brá av onkrum fornum og norrønum, sum júst er eitt av høvðuseyðkennunum við økinum. Her er aldargomul søga, og mangt forvitnisligt at vitja og granska. Búmerkið hevur eitt rúnarkent skap, sum tó hevur eitt nútímans snið. Soleiðis peikar samleikin aftur í tíð - og eisini fram í tíð.

Ferðavinnan hevur tikið dik á seg í Føroyum, og eisini í bygdunum í Eysturkommunu síggjast ferðafólk.

– Tað er einki at siga til, tí vit búgva í einum vøkrum og søguríkum øki, har møguleikarnir eru óteljandi. Tað er týdningarmikið at vera við í eini spennandi vinnu, sum er í stórum vøkstri, og at marknaðarføra bygdir, støð, tiltøk og upplivingar í Eysturkommunu sum ferðavinnuøki.

Meira kunning fæst á heimasíðuni visiteysturland.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder