Innanlands

Eysturkommuna er nú á Vanganum

Eysturkommuna, sum hevur knapt 2.300 íbúgvar, er fjórða kommunan, ið bjóðar fram talgildar tænastur umvegis Vangan

- Vit flyta okkum eitt stig fram á leiðini við at bjóða talgildar tænastur til borgaran, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri, ið her sæst saman við Lilly Dam Hansen frá Talgildu Føroyar

- Vit flyta okkum eitt stig fram á leiðini við at bjóða talgildar tænastur til borgaran, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri, ið her sæst saman við Lilly Dam Hansen frá Talgildu Føroyar

2022-08-31 15:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað búgva knapt 2.300 fólk í kommununi, ið fevnir um Leirvík og Gøtu, og nú kunnu íbúgvar í Eysturkommunu fara inn á Vangan og avgreiða viðurskifti síni við kommununa talgilt. 

- Vit flyta okkum eitt stig fram á leiðini við at bjóða talgildar tænastur til borgaran, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri. Hetta gevur møguleikar fyri bæði tryggari og meira beinleiðis samskifti millum kommunu og borgara, ið kann avgreiða alsamt fleiri viðurskifti á einum tryggum stað – Vanganum.

Eysturkommuna er fjórða kommunan, ið bjóðar fram talgildar tænastur umvegis Vangan. At byrja við kunnu borgarar í kommununi fara á Vangan, tá ið tey skulu søkja um byggiloyvi, dagstovnapláss, frípláss, heimapart, mentanarstuðul ella at flyta bústað.

Harumframt fæst innlit í tey mál, tú hevur við kommununa á Vanganum. Við tíðini koma enn fleiri tænastur. 

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder