Innanlands

Eystari Landsrættur staðfesti dóm um neyðtøku

Ein 19 ára gamal maður bleiv í Eystara Landsrætti fríggjadagin í síðstu viku dømdur fyri neyðtøku og fyri at misnýta annans sálarliga menningartarn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-20 12:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Maðurin hevði yvir eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir skaffað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann.

Í heyst bleiv maðurin dømdur 10 mánaða fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum 10 mánaðunum vóru 3 mánaðir gjørdir treytaleysir. Aftrat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar.

Eystari Landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin frá Føroya Rætti.

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann.

Føroya Politi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder