Mentan

Eyka jólakonsert við Magna Christiansen

Fyrra konsertin í Reinsarínum 1. desember er útseld, og tí verður eyka konsert sunnukvøldið 2. desember

2019-11-30 11:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Magni Christiansen og frálíki countrybólkur hansara, hava aftur í ár country jólakonsert á Reinsarínum í Havn.

Á konsertrini fara tey at framføra bæði jólaløg og countryløg, nøkur løg verða eisini av nýggjast útgávuni hjá Magna.

Fyrra konsertin verður sunnukvøldið 1. desember, og er langt síðani útseld. Tí verður ein eyka konsert mánakvøldið 2. desember.

Konsertin er í tveimum pørtum og stuttur steðgur í millum, har til ber at fáa ein kaffimun og okkurt gott afturvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder