Innanlands

Eyðvør sett í starv á Visit Runavík

Eyðvør Rúnadóttir á Dunga er sett í starv á Visit Runavík – 34 umsóknir vóru til starvið, og byrjar hon hjá Visit Runavík 1. apríl

2023-03-01 08:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eyðvør Rúnadóttir á Dunga er sett í starv á Visit Runavík.

Eyðvør hevur kandidatútbúgving innan burðardygga ferðavinnumenning umframt BA í samskifti & mentan.

Hon hevur royndir innan kunningarstovuarbeiði, ferðavinnumenning, framleiðslu, verkætlanarsamskipan og marknaðarføring á talgildum miðlum. Seinastu tíðina hevur Eyðvør arbeitt á Visit Tórshavn.

Hon byrjar í starvinum 1. apríl 2023. Tað vóru 34 umsóknir til starvið.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder