Fríggjadagin 29. mai verður árliga stóra tiltakið, Mentanarnáttin, á Tvøroyri.
Hesa vikuna eru tvey nøvn komin afturat í røðini, sum fara at framføra á tónleikapallinum í miðbýnum hetta kvøldið.
Eyðun Nolsøe
Eyðun Nolsøe nýtist so at kalla onga frágreiðing sum tónleikari - Eyðun hevur verið partur av føroyska tónleikapallinum í mong harrans ár, fyrst sum partur av Frændum, men seinastu árini hevur hann spælt mest solo og við egnum bólki.
At Eyðun er viðurkendur tónleikari sóu vit herfyri, tá ungu spírarnir úr "Hoydalar", skuldu tulka løg hjá Eyðuni.
Eyðun fer á pallin beint áðrenn Onnu Lovisu, Bjarka og Sophiliu, so hvør veit, kanska okkurt spennandi spyrst burtur úr tí løtuni
Á Tvøroyri eru vit glað fyri at Eyðun seinastu mongu árini hevur verið búsitandi í kommununi, tí vit hava mangan havt gleði av hansara fantastisku rødd og guitarspæli.
Á Mentanarnáttini á Tvøroyri, verður hann enn einaferð at hoyra og har verður diskað upp við einari sannari perlurøð av slagarum.
![]()
Ingi Poulsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Ingi Poulsen
Tað var umleið í 2016, at evnaríki vágbingurin, Ingi Poulsen brádliga slóg ígjøgnum á føroyska tónleikapallinum, við oyrahangaranum "Jeg fann ta fittastu". Brádliga kendu øll Inga og hann var at hoyra í lurtitólunum dagliga, eins og hann skjótt gjørdist partur av tónleikaskránni á festivalum og annars spældi til ymisk tónleikatiltøk.
Ingi hevur mest fingist við solo-tónleik, men hevur eisini spælt nógv saman við vinmanninum Danny Baldursson, úr Danny & the Veetos.
Á Mentanarnáttini fer Ingi tó mest at leggja seg eftir at undirhalda yngra ættarliðnum, tí vit hava fingið hann til at spæla nøkur løg fyri børnunum. Ingi fer á pallin í miðbýnum klokkan 17, tá verður sangløta fyri børnunum og øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald