Mentan

Eurovision verður í Liverpool næsta ár

Nú er greitt, at tað verður Liverpool, sum vegna Ukraina skal vera vertur fyri altjóða sangkappingini næsta ár

Eurovision Song Contest 2023 verður í Liverpool (Mynd: Visualhunt)

Eurovision Song Contest 2023 verður í Liverpool (Mynd: Visualhunt)

2022-10-08 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at tað verður eingilski býurin Liverpool, í verður vertur fyri altjóða Eurovsion sangkappingini í 2023.

Í summar varð boðað frá, at næsta umfar av sangkappingini skuldi haldast í Stórabretlandi, hóast tað var Ukraina, sum vann ársins umfar í italska býnum Torino í mai.

Hetta var orsakað av krígnum, sum er í landinum í løtuni, og tí fekk Stórabretland, sum gjørdist nummar tvey í kappingini, heiðurin at skipa fyri kappingini.

Ein hópur av bretskum býum bjóðaðu seg fram sum vertsbý, og at enda stóð valið ímillum Liverpool í Onglandi og Glasgow í Skotlandi. Fríggjadagin varð so boðað frá, at valið fall á Liverpool.

Liverpool er kendur sum ein mentanarbýur, sum dregur nógv ferðafólk at sær. Býurin er m.a. kendur sum heimstaður hjá bólkinum The Beatles.

Stórabretland hevur verið vertur fyri Eurovision sangkappingini átta ferðir áður, og fýra ferðir var tað orsakað av, at tað ikki bar til hjá vinnandi landinum at skipa fyri kappingini. Seinast Eurovision var í Stórabretlandi var í 1998, tá kappingin varð hildin í Birmingham.

Eurovision Song Contest 2023 verður í døgunum 9.-13. mai næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder