Mentan

Eurovision savn letur upp í Húsavík

Íslendska bygdin gjørdist heimskend sum staðsetingin í Netflix-filminum "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga", og teir mongu Eurovision-fjeppararnar, sum leita sær til Húsavíkar skulu hava okkurt at uppliva, sigur Örlygur Hnefill Örlygsson, savnsleiðari

(Mynd: Eurovision.tv)

(Mynd: Eurovision.tv)

2021-10-31 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hendan mánaðin lat eitt nýtt savn upp í íslendsku bygdini Húsavík. Talan er um eitt Eurovision savn við einari framsýning, sum heiðrar íslendsku luttøkuna í altjóða Eurovision sangkappingini.

Á savninum síggjast lutir og klæðir hjá mongu luttakarunum gjøgnum árini.

Og tað er ikki av tilvild, at savnið er staðsett í Húsavík. Bygdin gjørdist heimskend sum heimstaðurin hjá bólkinum "Fire Saga" í Netflix-filminum "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga", sum varð givin út á sumri í 2020.

[object Object]
Will Ferrell og Rachel McAdams í høvuðsleiklutunum í "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga"

Örlygur Hnefill Örlygsson, savnsleiðari, sigur m.a. soleiðis við heimasíðuna Eurovision.tv:

– Vit kenna okkum sera heppin og takksom fyri, at filmurin gekk fyri seg í okkara lítlu bygd.

– Vit vita, at nógvir Eurovision fjepparar ynskja at vitja Húsavík eftir at hava sæð filmin, og vit hildu tað vera umráðandi at hava okkurt at gera vitjan teirra til eina uppliving.

Savnið letur formliga upp komandi ár, tá savnið verður víðkað við tveimum framsýningum afturat, sum m.a. snýgva seg um Eurovision-filmin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder