Innanlands

Erla Kongsdóttir skal røkja siglingina um Kalsoyarfjørð frá 5. september

Sam verður á beding í áleið tvær vikur, sambært Strandferðsluni. Erla Kongsdóttir tekur ikki akfør við, so tað verður ein týðilig broyting í hesum tíðarskeiðnum

Eftir ætlan verður Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini í viku 38 (Mynd: ssl.fo)

Eftir ætlan verður Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini í viku 38 (Mynd: ssl.fo)

2022-08-25 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 5. september fer Sam á beding, og meðan Sam er har, skal Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56

Hesum boðar Strandferðslan frá í dag

Eftir ætlan verður Sam aftur í sigling á Kalsoyarleiðini í viku 38, sum er frá mánadegi 19. september til sunnudagin 25. september Tað vil siga, at siglingin á leiðini verður øðrvísi í øllum tvær vikur- uttan so at tað gongur skjóari enn tíðarætlanin.

Størsta broytingin verður akfør. Á ssl.fo verður mint á, at Erla Kongsdóttir tekur ikki akfør við. Sum nú er, og nógv ferðafólk o.a. framvegis vilja sleppa í Kalsoynna, eru ofta bíðrøðir, men eitt tíðarskeið í september kunnu bilar ikki sleppa til og frá Kalsoynni við Strandferðsluni.

Sam tekur 12 akfør, sambært ssl.fo, ið boðar frá, at siglt verður eftir galdandi ferðaætlan fyri leið 56. Tó er pláss fyri eykatúrum, og skulu hesir avgreiðast við manningina umborð


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder