Uttanlands

Enn ein roynd at fáa Hægstarætt at ógilda valúrslitið

Republikanska stjórnin Texas gongur á odda at ógilda úrslitini í fýra øðrum statum

Donald Trump forseti her saman við nýggjasta dómaranum í Hægstarætti, Amy Coney Barrett (Savnsmynd: EPA)

Donald Trump forseti her saman við nýggjasta dómaranum í Hægstarætti, Amy Coney Barrett (Savnsmynd: EPA)

2020-12-10 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Staturin Texas hevur kært valúrslitið í Georgia og øðrum statum, sum vóru við til at tryggja Joe Biden sigurin á forsetavalinum, fyri Hægstarætt.

Donald Trump, forseti, og 17 amerikanskir statir stuðla Texas í spurninginum um at ógilda valsigurin hjá Joe Biden í fýra statum.

Sambært eini rættarfráboðan, hevur Trump eisini biðið um at gerast partur í rættarmálinum í Texas.

17 statir við republikanska løgmálaráðharranum í Missouri á odda, heita eisini í einum serligum skjali á teir níggju dómararnar í Hægstarætti um at fáa málið viðgjørt.

Fólkini handan valstríðið hjá Trump hava fleiri ferðir roynt at ógilda valsigurin hjá Biden við rættarmálum. Higartil uttan at tað hevur eydnast, skrivar Reuters.

Týsdagin boðaði Texas so frá, at staturin fer í Hægstarætt fyri at broyta úrslitini í Georgia, Michigan, Pennsylvania og Wisconsin, tí hesir statir ólógliga hava broytt framgangshátt í sambandi við valið.

Republikanska stjórnin í Texas skuldsetir fyriskipararnar av valinum í teimum fýra statunum fyri ikki at hava tryggja sær, at tað ikki kundi svikast við valatkvøðunum.

Ábyrgdarfólkini í hesum statunum siga, at tað ikki kundi prógvast svik at týdningi, og at úrslitini eru váttað av myndugleikunum í statunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder