Innanlands

Enn ein árgangur á Løgmannabreyt sendur heim

Fyri góðari viku síðani vórðu næmingar í 8. og 9. flokki sendir heim, eftir at sjey smittutilburðir vórðu staðfestir, og nú hevur ein næmingur í 2. flokki fingið staðfest koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-13 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 5. september varð boðað frá, at korona varð staðfest í 9. og 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt, og tí vórðu báðir árgangir sendir heim í tíggju dagar.

Fríggjadagin fekk skúlaleiðslan eina fráboðan um, at ein næmingur í 2. flokki hevði fingið staðfest koronu, og tí varð eisini hesin árgangurin sendur í sóttarhald, skrivar Skúlin á heimasíðuna.

Heitt varð á næmingarnar um at lata seg kanna sum skjótast, og sleppa teir aftur í skúla um eina viku, mánadagin 20. september.

Sambært vegleiðingini, sum skúlin hevur fingið, skulu lærarar og næmingar lata seg kanna aftur í dag, mikudagin, og sunnudagin.

Næmingar í 1. og 3. flokki eru eisini bidnir um at lata seg kanna í dag og mikudagin, og verður heitt á allar næmingar, øll foreldur og avvarðandi um at vera serliga varin komandi dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder