Innanlands

Endurskapa Grønadamm yviri við Strond

Í morgun vóru borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, og vitjaðu úti við Grønadamm. Støða skal nú takast til, hvat gerast skal við grótið og hvussu atkoman skal gerast

2021-07-26 16:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Stórur áhugi hevur verið í at fáa Grønadamm aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann. Økið er býtt í nógvar matriklar, harav kommunan eigur nakrar, men hinir eigararnir hava fegnir givið sína játtan til at farið varð undir arbeiðið.

Brynjolvur (Bynne) Lamhauge og Einar Djurhuus standa fyri arbeiðnum. Bynne sigur, at Grønidammur er sera gamal, eitt nú veit hann at siga, at Rasmuss Effersøe lærdi børn at halda sær uppi í hylinum. Dammurin varð brúktur upp í sjeytiárini, men so fyltist alt við gróti í uppgangi.

Navnið Grønidammur komst av, at grønur tari vaks allan vegin runt í hylinum, sum upprunaliga var á leið 14 ferðir 14 metrar til støddar. Har var altíð frískur sjógvur orsakað av at flóð og fjøra skolaði inn og út.

[object Object]

Í morgun vóru borgarstjórin, Heðin Mortensen, og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, og vitjaðu úti við Grønadamm. Støða skal nú takast til, hvat gerast skal við grótið og hvussu atkoman skal gerast.

- Her skal gerast atkomuligt fyri øll og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum, siga Heðin Mortensen og Tróndur Sigurdsson.

Grønidammur liggur skamt innanfyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í upprunastand.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder