Innanlands

Elsti kontórbygningur í Føroyum letur dyrnar upp

Í 2021 varð hol sett á stórt arbeiði at endurnýggja og seta bygningin í starv. Í hesum sambandi bjóðar Íverksetarahúsið øllum til opið hús í morgin

(Mynd: Íverksetarahúsið)

(Mynd: Íverksetarahúsið)

2022-09-27 21:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elsti kontórbygningur í Føroyum, letur dyrnar upp fyri almenninginum í morgin mikudagin.

Tá bygningurin á Garðavegi 57 fyrstu ferð lat dyrnar upp í 1943, slóðaði Kjølbro fyri. Vaksandi virksemi hjá fyritøkuni hjá Kjølbro setti onnur og størri krøv, sum hevði við sær, at Kjølbro lat stóra kontórbygningin á Garðavegnum byggja. Talan er sostatt allarhelst um Føroya elsta veruliga kontórbygning. Nógv virksemi hevur verið í hesum bygninginum, ígjøgnum ár og dag, og í dag húsast Íverksetarahúsið har.

Ímeðan bygningurin enn stendur sum ein varði og súmbol fyri slóðbrótandi virksemið hjá Kjølbro, syrgir Íverksetarahúsið tí fyri virkseminum í dag. At júst Íverksetararhúsið húsast í bygninginum, er tí náttúrligt, tá júst hesin stovnurin slóðar fyri og leggur lunnar undir virksemi hjá íverksetaraspírum úr øllum landinum. 

Tíðarinnar tonn hevur, eisini í hesum bygninginum, sett síni spor. Í 2021 varð hol tí sett á eitt stórt arbeiði at endurnýggja og seta bygningin í stand. Í løtuni leggja arbeiðsfólkini seinastu hond á hetta arbeiðið.

Í hesum sambandi bjóðar Íverksetarahúsið øllum at verða vælkomin til opið hús mikudagin, 28. september frá klokkan 14.

Møguleiki verður m.a at síggja gamlar lutir, ið hava verið brúktir í samband við kontór virksemið hjá Kjølbro ígjøgnum tíðina.

Klokkan 15 bjóðar Íverksetarahúsið vælkomin. Síðan kemur Jógvan við Keldu at greiða frá søguni hjá húsinum. Harumframt koma onnur fólk at greiða frá virkseminum, sum hevur verið í bygninginum ígjøgnum tíðina, heilt til dagin í dag har Íverksetarahúsið síðan 2014, hevur húsast og skapt eitt íverksetaraumhvørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder