Innanlands

Elisabeth Johansen nýggjur fíggjarleiðari í Vágs kommunu

Hon byrjar 1. mars, og starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2028

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2026-01-12 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. mars byrjar Elisabeth Johansen sum fíggjarleiðari í Vágs kommunu.

Kommunan søkti í november eftir nýggjum fíggjarleiðara, og tá umsóknarfreistin var farin, vóru fýra umsóknir til starvið, skrivar Vágs kommuna.

Elisabeth er 34 ára gomul og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Hon kemur úr starvi sum grannskoðari hjá Menta. Elisabeth er búsitandi í Havn, men flytir til Vágs í sambandi við nýggja starvið.

Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2028.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder