Innanlands

Elin Henriksen heldur flaggrøðuna á Strondum

Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon sunnudagin 25. apríl klokkan 15.00. Við bygdahúsið verður røða og sangur á skránni

2021-04-22 20:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flaggdagin, sunnudagin 25. apríl kl. 15.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.

Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 15.00. Gingið verður yvi til bygdahúsið, har flaggrøða og sangur verður á skránni. Í ár heldur Elin Henriksen flaggrøðuna.

Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum.


Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder