Ungi føroyski tónasmiðurin Eli Tausen á Lava er innstillaður til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.
Tað er fyri verkið “Let me Cry”, sum byggir á fyrstu átta taktirnar í kendu ariuni ‘Lascia ch’io pianga’ av G. F. Händel. Lagið kemur týðuligari og týðuligari fram gjøgnum alt stykkið, verður greitt frá í innstillingini.
Her verður eisini víst á, at verkið hevur fingið altjóða viðurkenning. Eitt nú hevur BBC Scottish National Orchestra spælt tað á Nordic Music Days í Glasgow í 2024. ‘Let me Cry’ er eisini valt at umboða Føroyar á ISCM-festivalinum World New Music Days í Bukarest í hesum mánaðinum.
Tað var Helsingborgs Symfoniorkestur, sum framførdi verkið á fyrsta sinni í 2022. Føroya Symfonioriestur framførdi ‘Let me Cry’ á Várkonsertini í mars í ár.
Tilsamans 13 verk eru innstillað. Tey eru:
- Danmark: Guldimund: ‘Jeg venter på Lyset’ og Jeppe Ernst: Solo (Cantus II)
- Finnland: Hildá Länsman & Tuomas Norvio: ‘Dajan’ og Sauli Zinovjev: Maailman kantaja (The World Bearer)
- Grønland: Varna Marianne Nielsen: ‘Silja’
- Ísland: Bergrún Snæbjörnsdóttir: ‘Intraloper’ og Ingibjörg Turchi: ‘Stropha’
- Noreg: Ola Kverjbjerg: ‘Flåklypa – fra Paris til Pyramiderne’ og Kristina Tjøgersen og Benedicte Maurseth: ‘Elja’
- Svøríki: Britta Byström: ‘Eatnama Váibmu (Jordens hjärta)’ og Per “Texas” Johansson: ‘Den sämsta lösningen av alla’
- Áland: Havsmörker (Anton Johansson og Axel Hjo): ‘Ilväder’
Vinnararnir av virðislønum Norðurlandaráðsins verða handaðar 20. oktober í sambandi við ársfundin í Helsingfors.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald